Lurta

Atkoma og Atgongd

Ein endurskoðan við framtíðarvónum | 19-2-2018

Atkoma og Atgongd - ein endurskoðan

Eitthvørt framkomið samfelag ger stórar íløgur í atkomu- og atgongd. Í veganeti, í tunlar, eisini undirsjóvar, og ferjur, sum skula tryggja øllum borgarum at ferðast og virka frítt um alt landið. Eisini tá tey sjálvi vilja tað, og sjálvi kunna tað. Tað gevur øllum borgarum eitt frælsi at kunna skapa samband við familju og arbeiði, nær og har tað ynskist.

Føroyska samfelagið hevur seinastu 50 árini gjørt sera stórar íløgur í góðar vegir, tunlar, undirsjóvartunlar og góðar ferjur. Eisini eru stórar íløgur lagdar í samskiftistól okkara, bæði útvarpsrásir, sjónvarp, og síðani mitt í nítiárunum internetið. 
Umleið somu tíð byrjaði nútímans fartelefontøkni, og í dag teljast vit longu millum fremstu tjóðir, har vit kunnu brúka internetið alla staðni. Harvið er setningurin um atkomu og atgongd til alt fullkomin.

Ella er hann tað?

Fara vit at kanna hetta, so sæst skjótt, at á summum økjum eru vit eftirbátar. Hetta er tó ikki nakað, vit hava gjørt við vilja, men meira tí, at vit ikki hava gáað eftir tí.
Tað finnast her hjá okkum sum í øllum øðrum londum nakrir bólkar, ið ikki hava atkomumøguleika ella atgongd til hetta frælsið, ið vit higartil hava brúkt milliardir av krónum til.

Tey seinastu 30 árini hevur ynskið um rampur til koyristólar verið havt á lofti, so at koyristólsbrúkarar kunnu fáa atgongd til allar almennar skrivstovur og handlar, men sera lítið er komið burturúr. Enn eru tað nógv støð, ið ikki geva hesum bólki møguleika til atgongd.

Tað finst ein annar sera stórur bólkur, ið ikki sjálvur hevur møguleika til at nýta okkara samskiftistól á sama hátt sum onnur.
Tað er bólkurin av sjónveikum, orðblindum, lesi- og skriviveikum, tilflytarum við ringum ella ongum mál/lesikunnleika, og fólk við øðrum lesi og skrivitrupulleikum.
Bólkurin verður í øllum okkara grannalondum mettur til at fevna um uml. 17 til 21% av fólkatalinum. Tað er helst sannlíkt at vera tað sama her hjá okkum, ella svarandi til uml. 10.000 føroyingar!

Higartil finnast í skrivandi stund bert 27 heimasíður, ið geva brúkaranum møguleika at fáa tekstin lisnan upp.
Og higartil hava 34 skúlar givið næmingum møguleika til at brúka forrit, so tey kunnu fáa tekstin upplisnan, og við innbygda skrivihjálp.

Men enn er langt á mál.

Í minsta lagi áttu allar tær almennu heimasíðurnar at hava innbygda upplestratænstu, og allir borgarar eldri enn skúlaaldur áttu eisini at fingð atgongd til sama skrivi og lesiforritið, ið skúlanæmingar hava í dag.
Borgaranir við lesitrupulleikum eldri enn skúlaaldur vórðu oftast mettir at vera minni mentir ella hálvbýttir, og tí lærdu tey ongantíð at lesa og skriva. Men vit vita í dag, at flestu teirra kunnu læra kynstrið við betri læring og við hjálp av góðum telduforritum.

Mín vón er, at vit við verkætlanini "Talgildu Føroyar" eisini kunnu geva hesum bólki sama frælsið til at brúka samskiftistólini á sama hátt sum hinir 40.000 føroyingarnir. So kann hesin bólkur eisini sjálvur samskifta uttan hjálp frá øðrum, nær og har hann ynskir tað.

Hetta kostar ikki milliardir!

Høgni Højgaard

Hugburðarbroytingin, ið steðgaði?

Høgni Højgaard | 20-1-2018

Hugburðarbroytingin, ið steðgaði?

Hugburðarbroyting kann ofta taka langa tíð. Og tað sum ger, at summi hava langa tíð um at fáa eitt annað forstáilsi um eitthvørt, ið kann broyta tilveruna hjá ávísum persónum í samfelag okkara, kann hava nógvar ymiskar orsøkir.
Í samband við, at tað í dag ber til at innseta eina tænastu á heimasíður, ið lesir tekstin upp, hevur undirritaði fingið nógvar og í summum førum løgnar orsøkir til ikki at veita hesa tænastu.
Tann mest vanliga orsøkin er, at hetta kostar eitt sindur meiri, enn fólk hava roknað við at brúka uppá heimasíðuna. Hendan orsøkin kann vera væl skiljandi, hetta er oftani ein minni fyritøka, ið roynir at selja sínar vøru ella tænastu við at brúka eina ofta bíliga heimasíðuloysn.
Ein serliga løgin orsøk hevur verið: "tað er ikki neyðugt, vilja tey vita nakað, so kunnu tey bert ringja" ???
Ein onnur orsøk kann vera, at hugburðurin mótvegis teimum, ið hava trupulleikar við at lesa heimasíðuna, av  ymsum orsøkum, enn ikki er broyttur. Hetta hóast hetta evnið hevur verið nógv frammi tey seinastu 10-20 árini.
Serliga hevur dysleksi (orðblindni) verið nógv viðgjørt, eisini frá almennari síðu. Mentamálaráðið hevur tíbetur gingið á odda við at útbúgva orðblindalærarar, men hevur verið í so seint við at tilluta hesum serlærarum nóg nógvar undirvísingartímar, og so fær hendan útbúgvingin ikki nóg stóra ávirkan og hjálp til tey, ið hava tørv á hana.
Men orðblindni er tíverri ikki einasta orsøkin til lesitrupulleikar. Her kann nevnast niðursetta ella vánaliga sjón, blindni, eldri við ringa sjón, tilflytarar við ringan ella ongan mál/lesikunnleika og aðrar orsøkir.
Í øllum norðanlondum er støddin av hesum bólki við lesitrupulleikum í mun til fólkatalið mett til at vera millum 17 og 21 %. Hetta er staðfest við kanningum. Og í Føroyum er talið helst á leið tað sama. Tað svarar til umleið ein fimting av fólkatalinum ella 10.000 føroyingar.
Sum borgari í Føroyum eigur hesin bólkurin eisini at kunna lesa í minsta lagi allar almennar heimasíður, uttan trupulleikar, og uttan hjálp frá øðrum.
Tað átti ikki at verið upp til tann einstaka eigaran av eini heimasíðu at meta um, hvør ið hevur møguleika at lesa hana, og serliga ikki tær almennu síðurnar, ið jú eru ætlaðar at bera kunning til allar borgarar.
Um tað eru skúlasíður við kunning til næmingar og foreldur teirra, ella dagstovnar, ið upplýsa foreldur um upplatingartíðir ella matskráir til børn teirra, ella upplýsingar um skattamál, ella upplýsingar frá stovnum undir teim ymsu málaráðunum, o.s.f., so eigur tað at kunna lesa hesar upplýsingar vera eins lætt og atkomuligt hjá øllum borgarum, bæði við og uttan lesitrupulleikum.
Míni ráð til øll, ið lesa hendan stubban er: setið tykkum í sama stað sum tey lesiveiku. So einkult er tað.
Hesi kunnu lesa betri við oyrunum enn við eygunum.

Høgni Højgaard

TelduTala - TaluTýðari

Mál, ið hava skund | 25-9-2017

Eg havi fyrr skrivað um forrit til at týða talu til tekst, á enskum Speech To Text, og sum eg havi umsett til heitið Talutýðari.
Forritið umskapar talu til tekst, tvs. at dikterast kann beinleiðis til eina tekstviðgerð, teldupost ella annað.

Mær vitandi situr ein arbeiðsbólkur nú og arbeiðir fyri at hetta kann gerast ein møguleiki. Mín vón er bert, at hetta eisini kann verða stuðlað av landsins stýri, so vit ikki aftur gerast ein eftirbátur, tá verkætlanin "Talgildu Føroyar" nú gerst ein veruleiki.
Eitt slíkt forrit vil gera innskriving á teldu nógv lættari, serliga hjá teimum við lesi/skrivitrupuleikum. 
Men onnur enn tey vilja eisini fáa ein fyrimun, við tað at skriving verður skjótari. Danska fólkatingið hevur í fleiri ár brúkt talutýðing til øll tey skjøl, ið skulu journaliserast. Tað arbeiðið, ið tey fyrr brúktu eina viku um at skriva, verður nú gjørt eftur bert tveimum døgum!
Hjá øllum teimum, ið skulu gera notat, skriva frágreiðingar o.a. gerst arbeiðið nógv lættari og skjótari, samstundis at tað jú eisini ber til at brúka teldutalu til at lurta (ikki lesa) rættlestur.

Eitt annað forrit, ið vildi fullgjørt tað talgilda føroyska málið, er máltýðaraforritið . Við hesum forriti verður møguleiki at skjóttýða millum eina rúgvu av ymiskum málum.  Tá eg nevni skjóttýðing, so meini eg, at hetta jú ikki er ein heilt røtt týðing, men ein hjálp til skjótt at skilja týdningin av annars fyri flestøllum óskiljandi málum.
Hvør ið vil átaka sær at laga føroyska málið til Google Translate veit eg í skrivandi stund ikki, men hetta verður umrøtt av nógvum.
Í nýggju útgávuni av forritinum ReadSpeaker, sum broytist til WebReader, verður Google Translate ein partur av skipanini. Hetta hevur tann fyrimun, at um farið verður inn á eina føroyska heimasíðu, sum hevur WebReader, so kann viðkomandi fáa innihaldið lisið á hansara máli, líka mikið, um hann er spanióli ella pólendingur.
Tí hevur hetta skund!

Høgni Højgaard

Far niðast á síðuni fyri at gera viðmerkingar!