Lurta

Atkoma og Atgongd

Ein endurskoðan við framtíðarvónum | 19-2-2018

Atkoma og Atgongd - ein endurskoðan

Eitthvørt framkomið samfelag ger stórar íløgur í atkomu- og atgongd. Í veganeti, í tunlar, eisini undirsjóvar, og ferjur, sum skula tryggja øllum borgarum at ferðast og virka frítt um alt landið. Eisini tá tey sjálvi vilja tað, og sjálvi kunna tað. Tað gevur øllum borgarum eitt frælsi at kunna skapa samband við familju og arbeiði, nær og har tað ynskist.

Skriva viðmerking niðast á síðuni

Føroyska samfelagið hevur seinastu 50 árini gjørt sera stórar íløgur í góðar vegir, tunlar, undirsjóvartunlar og góðar ferjur. Eisini eru stórar íløgur lagdar í samskiftistól okkara, bæði útvarpsrásir, sjónvarp, og síðani mitt í nítiárunum internetið. 
Umleið somu tíð byrjaði nútímans fartelefontøkni, og í dag teljast vit longu millum fremstu tjóðir, har vit kunnu brúka internetið alla staðni. Harvið er setningurin um atkomu og atgongd til alt fullkomin.

Ella er hann tað?

Fara vit at kanna hetta, so sæst skjótt, at á summum økjum eru vit eftirbátar. Hetta er tó ikki nakað, vit hava gjørt við vilja, men meira tí, at vit ikki hava gáað eftir tí.
Tað finnast her hjá okkum sum í øllum øðrum londum nakrir bólkar, ið ikki hava atkomumøguleika ella atgongd til hetta frælsið, ið vit higartil hava brúkt milliardir av krónum til.

Tey seinastu 30 árini hevur ynskið um rampur til koyristólar verið havt á lofti, so at koyristólsbrúkarar kunnu fáa atgongd til allar almennar skrivstovur og handlar, men sera lítið er komið burturúr. Enn eru tað nógv støð, ið ikki geva hesum bólki møguleika til atgongd.

Tað finst ein annar sera stórur bólkur, ið ikki sjálvur hevur møguleika til at nýta okkara samskiftistól á sama hátt sum onnur.
Tað er bólkurin av sjónveikum, orðblindum, lesi- og skriviveikum, tilflytarum við ringum ella ongum mál/lesikunnleika, og fólk við øðrum lesi og skrivitrupulleikum.
Bólkurin verður í øllum okkara grannalondum mettur til at fevna um uml. 17 til 21% av fólkatalinum. Tað er helst sannlíkt at vera tað sama her hjá okkum, ella svarandi til uml. 10.000 føroyingar!

Higartil finnast í skrivandi stund bert 27 heimasíður, ið geva brúkaranum møguleika at fáa tekstin lisnan upp.
Og higartil hava 34 skúlar givið næmingum møguleika til at brúka forrit, so tey kunnu fáa tekstin upplisnan, og við innbygda skrivihjálp.

Men enn er langt á mál.

Í minsta lagi áttu allar tær almennu heimasíðurnar at hava innbygda upplestratænstu, og allir borgarar eldri enn skúlaaldur áttu eisini at fingð atgongd til sama skrivi og lesiforritið, ið skúlanæmingar hava í dag.
Borgaranir við lesitrupulleikum eldri enn skúlaaldur vórðu oftast mettir at vera minni mentir ella hálvbýttir, og tí lærdu tey ongantíð at lesa og skriva. Men vit vita í dag, at flestu teirra kunnu læra kynstrið við betri læring og við hjálp av góðum telduforritum.

Mín vón er, at vit við verkætlanini "Talgildu Føroyar" eisini kunnu geva hesum bólki sama frælsið til at brúka samskiftistólini á sama hátt sum hinir 40.000 føroyingarnir. So kann hesin bólkur eisini sjálvur samskifta uttan hjálp frá øðrum, nær og har hann ynskir tað.

Hetta kostar ikki milliardir!

Høgni Højgaard


Skriva viðmerking