Grundleggjandi nýtsla er sera einkul – trýst bert tann appelsingula knappin og lesitólið broytir tekst til talu!
Oyralurt (headset) kann eisini brúkast. So órógvar tú ongan .
MAGNILINK VOICE 2 er eitt lesitól við dent á at vera einkult og at hava stóra orku og nýmótans sniðgeving. Í stuttum eitt brúkaravinarligt lesitól, sum ger meira, enn tú væntar.
Besta tilfar, smálutir og endalig vøruviðgerð og trygdaratlit ger lesitólið bæði stútt og haldgott. Lesitólið er eitt satt prýði bæði heima og á skrivstovuni, tað riggar væl í einumhvørjum umhvørvi.
Sterkt, men fyllir sera lítið, lesitólið er vælegnað til ferðing og til at hava við sær.
Lætt at klárgera, lyft myndatólsarmin, og Voice 2 tendrar.
Kann tillagast brúkaranum við at stilla lesitíttleika, ljóðstyrki, ljóðprofilar, røddir, ljós og meira.
Lesir skeivt liggjandi skjøl.
Lesir heila A4-síðu hvørja ferð.
Sjálvvirkandi skráseting av málum.
Sera týðiligt og góða dýpd - ment til at lesa stórar bøkur.
Talgild skjøl á einum geyma kunnu eisini upplesast.
Lesitólið lesir allar funkur hart.
Battarí. Battaríið er máttmikilt, tað gevur upp til 5 tímar viðvarandi nýtslu.
Monitor output. Við hesi stilling sæst tann innlisni teksturin á einum skíggja samtíðis við at teksturin verður upplisin. Hesin møguleikin ger tað lættari at síggja, og tað vil betra um lesingina og at skilja tað upplisna.
Útfyllið hesa bíleggingina, og minnist til at skriva navnið á skúlan ella brúkaran.