#Online-help "Ovast"

Online-hjálp

 

#Online-help2 "Info og Download"
Tit kunnu fáa beinleiðis hjálp til telduna umvegis internetið. Um tørvur er á hjálp, og teldan er íbundin internetinum, so ber til at ringja til HH-Support og fáa okkum at rætta trupulleikan beinleiðis á tykkara teldu, líkamikið um teldan er í Sumba ella Tokio!
 
Tænastan er púra trygg at brúka, loynitalið broytist hvørja ferð, hjálp verður veitt. Um ynskist kann video-loggfíla sendast kundanum aftaná fjarsupport - har sæst, hvat er gjørt á telduni.
 
Support telefonnummarið er:

51 50 91

 
 

Onlinehjálp

Klikk á myndina niðanfyri fyri at heinta sambindingarforritið Team Viewer:
Krav: teldan skal hava virkið internetsamband (breiðband)

 
Skipanin eitur Team-Viewer, tann sama sum bankarnir brúka.

 

  

 

 

Soleiðis gera tit:

 
  • Tá skipanin er heintað, klikk á fíluna fyri at installera hana.
  • Starta Team Viewer.
  • Tá forritið er startað, ringið tá til 515091 og upplýs um tykkara ID-nummar umframt loynital.
  • So kunnu vit hjálpa tykkum beinleiðis.
     
 
Seinast dagførd tann 13/Dec/2020, 17:47:49.