#Ovast "Ovast"

 

Hví CD-ORÐ / Hvat er CD-ORÐ?

#why "Hví CD-ORÐ?"

Hví CD-ORÐ?

Lættari hjá øllum at lurta:

Við innbygda upplestramøguleikanum, ið samstundis lit-merkir (high-lightar) orðini, so hvørt tey verða lisin, kennir lurtarin beinanvegin orðini og kann hoyra, um rætt er skrivað.

Persónar við lesi- og skrivitrupulleikum fáa eitt amboð, ið ger, at tey bæði fáa tilognað sær kunning og vitan, og kunnu lesa og skriva, á sama støði sum tey, ið ikki hava hendan trupulleikan.

Eisini tilflytarar hava stóra gleði av CD-ORÐ, tí tey kunnu hoyra røttu úttaluna av tí skrivaða føroyska orðinum - hetta fremur inklusión og integratión í nýggja heimland teirra!

OCR ( Optical Character Recognition ), ella 
OBA ( Optisk Bókstava Afturkenning ):

Umframt upplestur kann CD-ORÐ við innbygda forritinum Skan-Read vera til nyttu hjá øllum brúkarum at innlesa skjøl(serliga PDF) og myndir við teksti, ið tó fyrst nýtist at verða umskapaður til lesiligan og rættuligan tekstbúnað. Tá kann teksturin nýtast til Word og onnur tekstforrit, og kann tá verða upplisin. Skan-read forritið kann innlesa og umskapa tekst beinleiðis úr skjølum og myndum, ið longu finnast á telduni, og kann eisini innlesa (skanna) frá borðskannarum og skannarapennum.

CD-ORÐ kann eisini brúkast til ymisk onnur endamál

TIL ØLL:   

#what "Hvat kann CD-ORÐ?"

Hvat kann CD-ORÐ?:

  • Lesa skrivaðan tekst upp í tekstskjølum, pdf-skjølum, á heimasíðum, í teldupostum og øðrum.

  • Lesa tekstin upp, meðan skrivað verður í tekstskjølum, í teldupostum og øðrum.

  • Stilla títtleikan av upplestrinum.

  • Veljast kann, um orð, setningur ella reglubrot skulu litmerkjast, meðan upplisið verður.

  • Geva uppskot um, hvat skrivast skal, undir innskriving.

  • Gevur eisini uppskot um, hvat næsta orð skal verða, við støði  í tí, sum skrivað verður.

  • Uppskot undir skriving verða givin á føroyskum, donskum, norskum, svenskum, enskum, týskum, fronskum og sponskum málum.

  • Nýggj orð og orðalistar kunnu leggjast inn av brúkara.

  • Skanna skjøl frá skannara og umskapa tekstin (OCR-viðgerast), so tekstur kann rættast (redigerast) sum Word-skjal ella WordPad-skjal.

  • Innlesa longu innskannaði skjøl og umskapa tey (OCR-viðgerast), so tey kunnu rættast (redigerast) við Office Word ella WordPad.

  • Umskapa markaðan tekst til ljóðfílu, bæði í .Wav ella .MP3 formatum.

  • Veljast kann, um alt á skíggjanum skal kunna lesast upp.

#whydeal "Hví gera eina avtalu?"

Hví gera eina avtalu?

Skúlaavtala:

Skúlar, ið tekna eina avtalu um CD-ORÐ, geva øllum á skúlanum, bæði næmingum og lærarum, møguleika at brúka forritið. Ikki bert á skúlateldunum, men eisini á teirra egnu teldum!

Virkisavtala:

Sama fyrimun hava virkir til øll teirra skrásettu starvsfólk.
Ringið til 515091 um prísir fyri leiguavtalur.

Inklusión:

CD-ORÐ ger tað sera lætt at brúka visiónina um inklusión til flestallar næmingar. Men fyri at fáa fulla nýtslu verður tó viðmælt, at næmingarnir brúka sonevnd headset, best við einum oyraklaffa.

Fremmandamál:

Fleiri útlendskar røddir eru innbygdar í CD-ORÐ, sum geva øllum næmingum møguleikan, beinanvegin at hoyra, hvussu orðini eiga at verða úttalað. Tey læra nógv skjótari røttu úttaluna.

Rættlestur:

Við at hoyra tekstin verða upplisnan, verður nógv lættari at rættlesa tekstin, bæði hjá næmingum og lærarum - tað hoyrist beinanvegin, um lisið verður: "Hetta er ein valla" ístaðin fyri "Hetta er ein villa"

Seinast dagførd tann 20/May/2020, 11:25:02.