CD-ORD við øllum teim somu funkum sum í CD-ORÐ til Windows kann nú heintast, sí undir IntoWords forritum á skúlasíðunum.
Klár at nýta frá 3. mai 2018!
til at brúka IntoWords á tína iPhone.
Sí her, hvussu tú heintar og installerar hana:
Soleiðis stillar tú knappaborðið
Soleiðis kanst tú installera Windows á eini Mac-teldu, so tú kanst brúka CD-ORÐ til Windows á føroyskum:
Far til hetta leinki hjá Apple og fylg vegleiðingini
Her er vegleiðing til nýggju útgávuna 3.0, skrivað sum venjingar.
Brúka hesar venjingar dúgliga, so læra tit skjótt at brúka IntoWords.
Kanska er hendan vegleiðingin eisini vælegnað sum venjingar fyri allan klassan.
Skrivið fyrstu síðuna í hesi vegleiðing út til at krossa lidnar venjingar av við.
Í vegleiðingini sært tú, hvussu IntoWords til Mac hjálpir tær at lesa og skriva á donskum og øðrum málum á tínari Mac-teldu. (Tíverri ikki á føroyskum).
Sí vegleiðingina: (pdf)
Upplestur:
intoWords til Mac lesir allan tekst fyri tær á netinum, í pdf-skjølum, í teldupostum ella í tíni tekstviðgerðarskipan.
Fá stuðul til tekstskriving:
Tá tú sjálv/ur skal skriva tekst, kanst tú brúka orðauppskot, ið geva góða meining til framhaldandi skriving. Forritið gevur tær uppskot, fullfíggjar orðið og hjálpir tær at stava, meðan tú skrivar - á sama hátt sum lesi- og skriviforritið CD-ORÐ. Orðauppskotini eru grundaði á tøknina hjá CD-ORÐ, sum merkir, at góðskan er á sera høgum stigi.
Les og skriva á donskum og enskum:
IntoWords til Mac hevur vangamyndir (profilar) til upplestur og orðauppskot á donskum og enskum. IntoWords til Mac krevur stýriskipanina Mavericks, har tað finnast røddir á fleiri ymiskum málum. IntoWords til Mac kann lesa (við systemrøddirnar frá Apple) á nógvum málum, men tað krevur, at tú hevur innlagt (installerað) eina rødd á tí málinum, tú ynskir at lesa upp við. T.d. Sara og Magnus á donskum, Emily á enskum, Sebastien á fronskum og Steffi á týskum. Um tú hevur ta donsku røddina Ida á telduni, kanst tú fáa hana sum upplesara.
Skipanar/systemkrav:
Mavericks
Upplestur í PDF-skjølum frá myndavísaranum riggar ikki:
Tað ber ikki til at lesa upp í PDF-skjølum, um tey verða upplatin í myndavísaranum. Upplestur riggar tó væl, um PDF-skjalið verður opnað í Safari.