#Ovast "Ovast"

Royndir við CD-ORÐ

#DK-Reglur "DK-Reglur"

Reglur til tær skrivligu og munnligu royndirnar (DK

 

Lesi og skrivistuðul til skrivligar royndir

Næmingar við serligum tørvi sleppa í Danmark at brúka upplestravirkanina í CD-ORÐ og IntoWords til allar vanligar royndir og landsroyndir. 
Síðani royndirnar hjá fólkaskúlanum í Danmark í mai 2015 eru næmingar slopnir sum eina roynd at brúka orðaforsøgnina til rættskriviroyndina. Frá mai 2016 er hendan royndin við orðaforsøgnina gjørd endaliga loyvd í Danmark - les meira (leinki til folkeskolen.dk). Hetta fevnir tó einans um næmingar við serligum tørvi. 


 

Elektróniskar orðabøkur eru loyvdar til allar skrivligar royndir.

Lesi og skrivistuðul til munnligar royndir

Næmingurin velur sítt evni nakrar dagar áðrenn royndina (men sær tað tó ikki fyrrenn sjálvan royndardagin). Áðrenn royndardagin skal lærarin skanna (ella inntala) alt tilfarið til valda evni hjá næminginum. Skúlaleiðarin er til staðar, tá evnini verða vald.

 

#FO-Reglur "FO-Reglur"

Føroysku reglurnar

Leiðreglurnar fyri nýtslu av hjálpar-amboðum eru frá Mentamálaráðnum og kunnu síggjast HER

Tað er sera umráðandi, halda vit, at forðingar ikki eru fyri at kunna brúka CD-ORÐ til teir næmingar, ið ikki kunnu vera hesum fyriuttan.

til eina roynd skal næmingurin vísa, um hann er nóg stinnur í lærigreinina, IKKI um hann er førur fyri at lesa og skriva!

 

Til tín, sum brúkar CD-ORÐ:

Her verður neyvt greitt frá, hvussu tú fyrireikar og brúkar telduna við CD-ORÐ til royndirnar (og eisini til vanligt brúk)

1. Brúka kagaran Internet Explorer til onlineroyndir.
CD-ORÐ virkar í fleiri kagarum, men bert í Internet Explorer er fult samspæl við skipanina, við t.d. fleiri lesimátar (strategiir).
LEGG TIL MERKIS: Til onlineroyndir skalt tú gera eina tillaging í Internet Explorer, so CD-ORÐ virkar best - sí ovastu videovegleiðing.

2. Ger Adobe Reader til standard pdf-lesaran á næmingatelduna. 
I Windows 10 er standard pdf-lesarin tann vanligi pdf-lesarin hjá Microsoft, og hann riggar ikki saman við CD-ORÐ.

3. Er Adobe Plugin'ið installerað?
Um tú eru trupulleikar við orðauppskot og upplestur í pdf'um, skalt tú heinta og installera Adobe Plugin'ið - heinta plugin'ið

 

Til tín, sum brúkar IntoWords Cloud (Google Chrome)

 

 
Her verður neyvt greitt frá, hvussu tú fyrireikar og brúkar telduna við IntoWords Cloud til royndirnar (og eisini til vanligt brúk)
 

1. Opna Chrome-kagaran og logga á IntoWords Cloud, áðrenn tú opnar onlineroyndina.
So fer IntoWords Cloud sjálvvirkandi at rigga til onlineroyndina uttan trupulleikar. 
2. Minst til, at hendan IntoWords-útgávan bert virkar saman við Google Chrome-kagaran.
- men harafturímóti virkar IntoWords Cloud bæði saman við pc, Mac og Chromebook.
3. Minst til at goyma oftani.
- tað ber væl til at arbeiða á telduni, meðan goymt verður.
4. Um royndin verður latin á staðnum og skal gerast í einum kagara.
So skalt tú loyva atgongd til fílur á staðnum, so IntoWords fær atgongd til royndina. Tað er einkult:

- Far til síðuna chrome://extensions
- Set flugubein í feltinum ’Tillad adgang til webadresser på filer’

Til tín, sum brúkar IntoWords Mac:

1. Minst til at opna pdf'arnar í Safari.
Hetta er serliga umráðandi við lesiroyndir, tí IntoWords Mac loyvir ikki upplestur í Adobe Reader.
1. Legg eisini til merkis, at næmingurin skal arbeiða við trimum ymiskum forritum
fyri at skriva fyrisøgnina til Rættskriviroyndina: IntoWords Mac, "billedfremviseren" og Word ella Text Edit.
Um næmingurin dugir at brúka IntoWord'sa Google Chrome, so er tað ein fyrimunur at brúka Cloud-útgávuna ístaðin.

 

Kanna amboðini í góða tíð áðrenn royndina.

 

Seinast dagførd tann 22/Sep/2018, 14:41:31.