Lurta
#Anchor-6gip "Ovast"

Brúkaravegleiðing til upplestur

#Anchor-4pn6 "Vegleiðing"

hvussu brúki eg Lurta funkuna á hesi heimasíðu

Read-Speaker ger tað møguligt at fáa tekstin á heimasíðum upplisnan. Tað hjálpir tær, ið hevur trupulleikar av at lesa tað, sum er á netinum. Við at fáa tekstin upplisnan, skilir tú betri og lættari tað, sum stendur á síðuna. Hetta ger innihaldið meiri atkomuligt og ger tað lættari at lesa heimasíður. Sum brúkari noyðist tú heldur ikki at heinta (downloada) nakað.


Hvussu brúki eg hetta?

Um Lurtitænastuna: ReadSpeaker webReader

Við ReadSpeaker webReader kann teksturin á eini heimasíðu verða lisin upp fyri tær. Við bert einum klikki verður teksturin á eini heimasíðu upplisin og samstundis litmerktur, so lætt er at fylgja við eygunum, líkamikið hvat tól verður brúkt til hetta, og hvar tú ert. Hetta ger innihaldið meiri atkomuligt, og tað at vitja eina heimasíðu verður ein góð uppliving. Sum brúkari noyðist tú ikki at downloada (heinta) nakað.

Hvussu virkar hendan tænastan?

Byrja upplesturin við webReader við at klikkja á Lurta knappin.

Skermmynd av Lurta knappinum

webReader gevur tær eisini hesar møguleikar:

  • Markera part av tekstinum, klikkja á ímyndini ið tá sæst, og fáa hendan tekstin upplisnan.
  • Sveima músini omaná einum reglubroti og fáa tekstin upplisnan sjálvvirkandi.
  • Vísa eina tekstvísing av síðuni og fáa hana litmerkt upplisna við brúkaravalt skriftsnið, stødd og lit.
  • Downloada (Heinta) eina ljóðfílu av tekstinum til seinni lesnað / lurting.
  • Umseta (týða) markeraðan tekst til ymisk tungumál og fáa tekstin lisnan á valda tungumálinum.
  • Tillaga lesitíttleika, litmerkja-litir, og annað.
  • Velja eitt orð og síggja týdningin í orðabók.

Í Hjálpi Tólinum í lesibjálkanum fæst at vita, hvussu hesir møguleikar skulu brúkast. Roynið at lesa her, hvussu mest fæst burturúr til júst tín tørv.

Skermmynd av tólbjálkanum

Brúka Knappaborðið

Brúka knappaborðið til at arbeiða við webReader knappin. T.d. knappurin "K" markerar lurtiknappin sjálvan, knappurin "L" markerar spælaran og byrjar upplesturin. Fleiri webReader funkur verða eisini stýrdar við einum serligum virkjanarknappi. Virkjanarknappar verða virkaðir við serligum knappum, ið kunnu verða ymiskir, alt eftir hvør kagari (browsari) verður brúktur (sí lista her: https://en.wikipedia.org/wiki/Access_key).

Tab/shift+tab kann brúkast til at flyta millum tær ymisku funkurnar í spælaran og tólbjálkanum, tá spælarin er markeraður og virkin. Trýst Enter fyri at virka funkurnar.

Tá dragarin verður markeraður, skiftir liturin til appelsingult, og tá kann Lurta knappurin, spælarin og tólbjálkin flytast til ynskta stað við at brúka pílknapparnar, og skjótari flyting við eisini samstundis at halda shift knappin.

Mynd av Lurta knappinum við markeraðum dragara

  • Markera Lurta knappin: Virkjanarknappur + K
  • Virkja webReader spælara: Virkjanarknøtt + L
  • Opna/Lata aftur tólbjálka: Virkjanarknøtt + 1
  • Opna Hjálpina: Virkjanarknøtt + I
  • Aðrir atkomuknøttar: sí Hjálpina

Cookies

webReader riggar best, um kagarin er stillaður til at brúka cookies, tí so verða brúkarastillingar teir somu hvørja ferð, webReader tænastan verður brúkt.

Stýriskipanir og kagarar (browser)

webReader riggar við øllum tólum og kagarum. webReader riggar við:

  • Øllum vanliga nýttum online tólum: PC, farteldum, Chromebook, teldlum, snildfonum o.ø.
  • Øllum teim vanlig stýriskipanum: Windows, Chrome, Android, iOS, macOS, og øðrum.
  • Allar vanliga nýttir kagarar:
    • til farteldur og PC'arar: IE7+, Edge, Chrome, Firefox og Safari.
    • til teldlar og snildfonir: Safari og Chrome á iOS tólum, Chrome á Android tólum, Chrome og Edge á Windows Phone.

Les meira um ReadSpeaker webReader , vitja www.readspeaker.com

 

Seinast dagførd fyri 14 degi/døgum síðani.